Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fótbólturin í Hoyvík er í menning, og í langtíðar løguætlanini hjá Tórshavnar kommunu hava vit sett 26 milliónir krónur av til at fáa hølisviðurskiftini kring fótbóltsvøllin í Hoyvík í rættlag.

Næstu trý árini halda vit fram at byggja fótbóltsøkið í Hoyvík út, so at fótbólturin í hesum skjótt vaksandi býarpartinum í høvuðsstaðnum fær betri umstøður at mennast.

Ein millión er sett av í 2020 til at fyrireika verkætlana. Í 2021 og 2022 eru ávikavist 10 og 15 milliónir krónur settar av í langtíðar løguætlanini hjá Tórshavnar kommunu til felagshølir við fótbóltsvøllin í Hoyvík.

Talan er um samkomuhøli, skiftingarrúm og annars at fáa øll hølisviðurskifti, sum hoyra til ein fótbóltsvøll í rættlag. Hoyvík er vorðin so stórur partur av høvuðsstaðnum, at vit áhaldandi eiga at bøta um viðurskiftini at íðka ítrótt og hava frítíðarvirksemi í hesum alsamt vaksandi býarparti.

Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo