Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein bilferja er í vikuni komin til italsku oynna Lampedusa. Ferjan skal ætlandi húsa 1.000 migrantum, sum seinastu vikurnar eru komnir til oynna og skulu í sóttarhald.

- Í 2011 komu 7.500 fólk ólógliga úr Tunesia. Seinastu 20 dagarnar eru 5.700 komin. Tá lýstu vit undantaksstøðu, og tað vil eg eisini hava nú, sigur Toto Martello, sum er borgarstjóri í Lampedusa við The Times.

Myndugleikarnir á Lampedusa hava ongan møguleika at hýsa øllum flóttarfólkunum ella migrantunum. Og enn minni seta tey í sóttarhald. Tí hava barakkir, sum eru ætlaðar til 100 fólk, seinastu tíðina hýst upp til 10 ferðir fleiri fólkum.

Eitt nýtt rák, sum er at síggja, er, at tey sum nú koma eru meira vælhavandi enn áður. Soleiðis skrivar The Times um eina konu "í stórum hatti og við puddilhundi í fanginum" sum er ímillum migrantarnar.

Italia hevur eina avtalu við Tunesia um at senda migrantarnar heimaftur við flogfari. Men eftir at korona farsóttin fór at ganga, hava ongi flogfør flogið í eina tíð. Tey byrjaðu kortini at flúgva aftur fyrst í juli.

Yvir 14.000 migrantar og flóttarfólk eru komin til Italia higartil í ár. Nærum helvtin kemur úr Tunesia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo