Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Klokkan níggju í morgun var fullsett í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, tá tey nýggju lesandi møttu til innleiðsluna til lestrarlívið á Setrinum.

Chik Collins, rektari, bjóðaði teimum vælkomin, og umboð fyri Lestrarskrivstovuna greiddu frá um Setrið og tær stuðulstænastur, sum lesandi kunnu brúka, meðan tey lesa á Setrinum.

##med2##

Tey, sum fara undir lestur nú, eru 266 í tali. Námsvísindadeildin eigur størsta partin av teimum, tí 87 teirra fara hagar at lesa. 61 byrja á Søgu- og samfelagsdeildini, 59 á Náttúruvísindadeildini, 46 á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og 13 fara á Føroyamálsdeildina.

Eitt sindur av undirhaldi og klassiskum tónleiki var eisini á skránni í morgun, og síðani fingu tey nýggju lesandi høvi at vitja básar hjá stovnum, sum eru viðkomandi fyri lestrarlívið í breiðari merking. Her er talan um Studna, Landsbókasavnið, Ráð teirra lesandi, MFS og onnur.

Síðani fóru tey lesandi við sínum mentorum út á deildina, har tey skulu hava sína dagligu gongd. Deildirnar skipa fyri egnari innleiðslu, har mong tiltøk eru á skránni, sum skulu stuðla teimum lesandi at fáa eina góða lestrarbyrjan. 

Um somu tíð í fjør var talið av nýggjum lesandi 275. Lesið um tað her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo