Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Løntakaraskarin var 27.300 í apríl. Tað eru knappir 2.000 fleiri løntakarar enn í apríl í fjør, sum var fyrsti heili mánaður, eftir at landið fór niður í ferð.

Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir, at hóast tað framvegis leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur talið munandi spakuligari, enn tað hevur gjørt. Vøksturin seinastu mánaðirnar er nærum stegaður upp.

Grafarnir niðanfyri eru livandi. Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum.

Munurin millum menn og kvinnur tódnar
Í apríl vóru um 13.900 menn og 13.350 kvinnur í løntakaraskaranum. 

Trendurin vísir, at meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum minkar spakuliga, leggjast kvinnur framvegis afturat løntakaraskaranum. Munurin millum talið av monnum og kvinnum í løntakaraskaranum, ið hevur verið vaksandi í nøkur ár, minkar tí nú aftur.

Vinnugreinar
Í 'almennari o.a. tænastu' hevur løntakaratalið verið støðugt vaksandi og vøksturin hevur seinasta árið verið tiltakandi. Lítil minking er hinvegin í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Í byggivinnuni er løntakaratalið farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo