Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Løntakaratalið var um 27.300 í juli ella um 50 fleiri enn í juli í fjør. Um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt, kundi tó væntast at verið um 28.100 løntakarar í juli. Tað er ein munur á 2,9% í mun til væntaðu gongdina. 

Myndin niðanfyri vísir eina framrokning av, hvussu mars, apríl, mai, juni og juli kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt. Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri hesar mánaðirnar. Gráa økið vísir óvissuna í framrokningini (80% og 95% sannlíki). Bláa linjan vísir løntakaratalið, og bláu prikkarnir vísa úrslitið av teljingini í mars, apríl, mai, juni og juli í ár. Sostatt gevur munurin millum bláu og reyðu prikkarnar eina ábending um ta ávirkan, sum farsóttin hevur á løntakaratalið.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo