Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hervið handa vit Betri samtakinum eina sterka áheitan um at varðveita sjálvtøkuna á Skála.

Uppá 5 dagar hava 279 borgarar í nærumhvørvinum skrivað undir hesa áheitan. Harfturat eru sjálvsagt fleiri, sum ikki halda seg til at skriva undir í hesum talgilda formi, men kortini heilhjarta stuðla áheitanini. Her er serliga talan um tey eldru, sum kanska allar mest hava brúk fyri sjálvtøkuni. 

Tískil er sera breið undirtøka fyri, at vit vilja varðveita hesa seinastu bankatænastuna í bygdini. Borgarar eru vónbrotnir, keddir, ørkymlaðir og illir. Við hesi avgerð bankans, verður lívið í lokalsamfelagnum ikki betri, men verri!

Ein stórur partur av øllum felagslívi, sum Betri annars stuðlar væl, livir av teimum smáu inntøkunum, har fólk rinda við reiðum peningi. Her eru vit bundin at einastu sjálvtøkuni í bygdini. Tí er tað ov snævurskygt og ov kalt fokus á løtuvinnning og peningaligt yvirskot til íleggjarar, tá ein so stórur og týdningarmikil samfelagsberandi stovnur, sum Betri, skerjir tænastur hjá borgarum uttan fyri teir størru býirnar. Tað er beinleiðis drepandi fyri felagslív og mangt annað, at Betri letur sjálvtøkuna á Skála aftur.

Vinarliga lesið viðmerkingar frá fleiri, sum hava skrivað undir.

Og vinarliga takið avgerðina til nýggja viðgerð.

Vegna borgarar á Skála og grannabygdum
Svend Højgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo