Í gjár vóru 29 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
2.534 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.
Í løtuni eru 530 smittað, fýra eru innløgd, og átta eru deyð við koronu í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo