Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

2SOME: Eitt midi-keyboard og ein summarfrítíð kann føra til mangt og hvat. Soleiðis var tað fyri vinmenninar Arna Holm Carlsen og Edmund Jacobsen, sum í 2020 løgdu lunnar undir eitt tónlistarligt samstarv, sum hvørgin av teimum hevði vænta. Fyrsta staklagið - “Goodbye” - kom út 3. december, og fleiri løg eru við at verða smíða liðug.

Í staðin fyri at njóta summarnæturnar í Esbjerg í 2020 - har ið Arni var og vitjaði Edmund - so brúktu teir báðir so at siga allar teir vaknu tímarnar við at skriva løg. 

“Vit hava kent hvønn annan síðani vit vóru tannáringar, men hóast vit báðir hava spælt tónleik hvør í sínum lagi, so hava vit ongantíð áður skriva løg saman,” sigur Edmund Jacobsen.

“Brádliga kendist tað bara heilt nattúrligt at skriva løg. Og áðrenn vit vistu av, vóru eini seks, sjey løg skriva eftir fáum døgum,” leggur Arni Holm Carlsen afturat.

Teirra felats tónleika-verkætlan kallast 2SOME. Stílurin kann kanska best lýsast sum ein blanding af amerikonskum westcoast, tilsett eitt sindur av country, poppi og eitt vet av rokki.

Í fyrru helvt av 2021 gjørdu teir báðir av, at nú skuldi okkurt gevast út. Fyrsta staklagið er “Goodbye”, og er at finna á øllum teimum stóru stroymingartænastunum: https://bit.ly/2some-goodbye

2SOME hava hartil skriva undir promotion-sáttmála við Two Associates Production & Entertainment - í dagligari talu bara nevnt T/A/P/E. Í fyrsta umfarið snýr tað seg um at promovera nýggjasta staklagið - og seinni eisini tey komandi løgini, ið 2SOME hevur ætlanir um at geva út komandi mánaðarnar.

2SOME á Facebook: https://www.facebook.com/2someduo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo