Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 7/2020: Uppskot til samtyktar um at stytta arbeiðsvikuna.

Aksel V. Johannesen, tingmaður, hevur vegna Javnaðarflokkin lagt málið fram tann 4. august 2020, og eftir 1. viðgerð tann 3. september 2020 er tað beint Rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 9., 16., 23. og 28. september og 30. november 2020.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Starvsmannafelagið, Samtak, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, Súsannu Olsen, búskaparfrøðing, Arna Poulsen, Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, landsstýrismannin í fíggjarmálum saman við Hagstovu Føroya og landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum saman við Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Christian Andreasen, Frimodt Rasmussen, Erhard Joensen og Steffan Klein Poulsen) hevur hesar viðmerkingar:

Tað er ikki vanligt í okkara grannalondum, at longdin á arbeiðsvikuni verður ásett við lóg. Vanligt er við lóggávu, sum ásetur mestu longd av arbeiðstíð í eitt samdøgur, reglur um hvíld og aðrar trygdarreglur, meðan arbeiðsmarknaðurin sjálvur tekur støðu til spurningin um longdina á arbeiðsvikuni.

Rættarnevndin hevur undir nevndarviðgerðini hoyrt partarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum og eisini aðrar partar, sum hava við arbeiðsmarknaðarviðurskifti at gera. Rættarnevndin hevur eisini havt Búskaparráðið og Landsbankan til hoyringar.

Støðan á føroyska arbeiðsmarknaðinum viðvíkjandi arbeiðstíðum er ikkiserliga væl lýst. Nógv bendir á, at ein sera stórur partur av arbeiðsfjøldini arbeiðir niðursetta tíð. Nevndin hevur fingið upplýst, at ein kanning frá 2013 vísir, at 36 % av samlaðu arbeiðsmegini arbeiðir undir 35 tímar um vikuna. Heili 57 % av kvinnunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum arbeiða undir 35 tímar um vikuna, meðan bert 17 % av monnunum arbeiða undir 35 tímar um vikuna. Viðgerðin í Rættarnevndini hevur víst, at talið á teimum, sum arbeiða niðursetta tíð, helst er vaksið seinastu árini.

Nógvir fakbólkar hava eina skipan við niðursettari tíð, og summir fakbólkar arbeiða í vaktarskipanum, ofta nevnt skiftivaktir. Hjá onkrum fakbólkum er vaktarskipanin soleiðis háttað, at tað er neyðugt at arbeiða niðursetta tíð fyri at kunna halda reglur um hvíld.

Starvsfólk, sum t.d. arbeiða innan sjúkrahúsverkið ella í eldrarøktini, arbeiða ofta í skiftivaktum, har skift verður ímillum dag-, kvøld- og náttarvaktir. Hesi starvsfólk brúka nógva orku uppá at skifta ímillum vaktir.

Tað er ikki nøktandi, um hesi starvsfólk ikki kunnu halda vaktarskipanina uttan at bróta galdandi reglur um hvíld. Hesir starvsbólkar høvdu fingið ágóða av, at arbeiðsvikan varð stytt niður í 37 tímar. Tað er heldur ikki uttan orsøk, at tað er so trupult at fáa starvsfólk innan hesi øki.

Arbeiðsmarknaðurin er hinvegin so fjølbroyttur, at einstakir trupulleikar á arbeiðsmarknaðinum kunnu loysast við individuellum skipanum, heldur enn við eini generellari áseting um at skerja arbeiðsvikuna niður í 37 tímar.

Tað er heldur einki at ivast í, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er broyttur nógv seinastu árini, og at tað eftirhondini eru gjørdar rættiliga nógvar serskipanir á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Spurningurin, um tað er ein beinleiðis samanhangur millum arbeiðstímar og samlaðu framleiðsluna, er í summum førum eisini torførur at útgreina.

Tað eru hendar effektiviseringar av framleiðsluni, og fleiri vinnur eru eisini soleiðis háttaðar, at tað ikki altíð er beinleiðis samanhangur millum arbeiðstímar og samlaðu framleiðsluna. Ein annar spurningur, sum hevur verið umrøddur, er, hvønn týdning trivnaðurin á arbeiðsplássum hevur fyri framleiðsluna. Tað er eingin ivi um, at øktur trivnaður eisini kann føra til økta framleiðslu.

Undir nevndarviðgerðini er eisini komið fram, at arbeiðsgevarasíðan er av teirri fatan, at arbeiðstíðin á privata arbeiðsmarknaðinum í Føroyum í veruleikanum ikki er longri enn í Danmark, tí effektiva arbeiðstíðin í Føroyum, tá matarsteðgir og aðrir steðgir verða drignir frá, er 37,5 tímar um vikuna.

Støðan á arbeiðsmarknaðinum í løtuni er tann, at arbeiðsgevarasíðan metir seg hava tørv á hvørjum arbeiðstíma, og tað er torført at útvega arbeiðsmegi.

Arbeiðsloysið liggur millum 1,5 og 2%.

Ein øktur lønarkostnaður ávirkar kappingarførið. Ein frágreiðing frá Búskaparráðnum frá 2015 vísir, at samlaða talið av pensjónistum fer at hækka, og at haldførið í føroyska búskapinum orsakað av hesum fer at versna.

Pensjónsnýskipanin bøtir um hetta, tí pensjónsaldurin verður hækkaður.

Talið á teimum, sum gerast eldri enn 80 ár, veksur eisini skjótt.

Roknað verður við, at talið fer at vaksa við 1200 fólkum komandi 10 árini. Hetta fer at økja munandi um tørvin á starvsfólkum innan eldrarøktina komandi árini.

Verður arbeiðstíðin generelt niðursett við 3 tímum um vikuna, er talan um eina minking av samlaðu arbeiðstíðini upp á 7 %. Tað er rættiliga ivasamt, um leggjast kann til grund, at produktiviteturin eisini fer at økjast av hesum við 7 %. Tað vita vit ikki.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo