Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Í gjár var føðingardagur í Býlingshúsinum undir Brúnni. Borgarstjórin var og vitjaði og heilsaði býlingshúsinum við tí vakrasta útsýninum í býnum, sum hon tók til.

Annika Olsen segði, at koma inn á henda stovnin er fyri henni nærmast sum at koma inn at vitja skyldfólk, so deiliga gamalkent og heimligt.

- Endamálið við virkseminum í Býlingshúsinum var og er er at skapa ein gerandisdag, har vit øll - børn, foreldur og starvsfólk - trívast og mennast.

- Endamálið hevur øll árini verið at skapa eitt gott umhvørvi, har dentur verður lagdur á tryggleika og ymiskleika hjá tí einstaka.

- At trivnaðurin á stovninum er góður sæst eisini av, at nógv av starvsfólkunum hava starvast sera leingi á stovninum. Og trivnaður av slíkum slag plagar at vera prógv um ein vælriknan og góðan stovn.

- At langur bíðilisti hevur verið flestu árini er eisini prógv um ein vælumtóktan stovn.

- Endamálið hevur verið at skapa eitt stað, har børnini brúka sítt hugflog, undrast og mennast í samspæli við onnur.

- Og eg kann sum ein av mongum skriva undir uppá, at hetta hevur hepnast. Báðir synir mínir hava slitið sínar barnaskógvar her á stovninum. Vit hava altið følt okkum djúpt priviligerað, at okkara synir fingu høvið til just at ganga á stovninum ”Undir Brúnni”. Ein fantastiskur stovnur og fantastisk starvsfólk.

- Tað var so hugaligt at møta tíðliga á morgni, har smílandi starvfólk altíð tóku ímóti - og hvat er tað hugaligt, at mong av teimum sera dugnaligu starvfólkunum enn starvast á stovninum. Tað ber boð um, at starvfólkini eru góð við stovnin og ikki minst góð við børnini, og takk skulu tit hava fyri tað.

- Eina løtu sum hesa renna nøkur serlig minni fram í huganum. Nógv kundi verið tikið fram, men serliga vóru tað teir afturvendandi garðdagarnir, har foreldini tóku eitt tak við á stovninum, lúkaðu, smíðaðu, málaðu v.m.

- Tá dagurin lækkaði móti endanum varð farið oman á bálplássið at grilla og syngja. Enn renna orðini fram fyri meg, tá børnini sungu ”So fara vit á leyvaveiðu, at fanga eina stóra….”. Hetta at síggja gleðina í eygunum hjá børnunum er eitt kært minni.

- Stovnurin er nógv broyttur, síðan eg hevði mína dagligu gongd her - her er bæði um- og útbygt og sera snotiligt. I dag eru tit 17 starvsfólk og tit ansa 63 børnum. Ein deiligur stovnur at koma til.

- Eg skal bera tykkum eina heilsu frá býráðnum og ynskja tykkum alt tað besta á leiðini, og eg fari at biða Eyð Skúvadal um at koma upp higar at taka ímóti eini lítlari heilsu frá Tórshavnar kommunu, segði Annika Olsen at enda og handaði leiðaranum Eyð Skúvadal blómur og børnunum eitt stórt putlispæl av Havnini.

Og so varð annars sungið og kvøðið og øll fingu ein góðan drekkamunn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo