Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

(savnsmynd)

(savnsmynd)

Tá steypafinalan í dag varð spæld á Tórsvølli var tað eitt størri apparat enn vanligt sum fór í gongd. Tí tað er ikki vanligt, at fótbóltur er spældur so seint á árinum, men takka verið koronu er kappingin so nógv seinkað, at hon var ikki endaliga avgreidd fyrr enn í dag.

Tá Tórsvøllur varð lagdur av nýggjum fyri nøkrum árum síðani, var ein hitaskipan løgd í vøllin, men henda er ongantíð bundin í fyrr enn tíðliga í ár, og tá hon í dag var brúkt til ein dyst, so var tað fyrstuferð.

Tað er ikki ókeypis at brúka skipanina. Tað kostar umleið 1.000 krónur um tíman, og nú dysturin varð leiktur kostaði tað einar 50.000 krónur at halda vøllin ísfrían, upplýsti Sigurð Ó. Wang, mentanarleiðari hjá Tórshavnar Kommunu fyri útvarpinum í gjár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo