Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Framtak: Í sambandi við Hjálparpakka 3 vórðu 30 mió. hjá Framtaksgrunni Føroya (Framtak) oyramerktar til ferðavinnuna í 2020-21. Hetta er ein gyltur møguleiki hjá trongdu ferðavinnuni at tryggja gjaldføri.

Nógv virksemi í ferðavinnuni er avlýst orsakað av koronakreppuni, og hetta leggur stórt trýst á inntøkur og gjaldføri hjá vinnuni, sum helst verður fyri stórum tapi í ár og møguliga í 2021 við.

Framtak setir váðafúsan kapital í føroyskar fyritøkur, serliga hevur tað verið nýggjar vakstrarfyritøkur. Hetta kemst av, at virkismøguleikarnir hjá Framtaki hava verið avmarkaðir til íløgur í nýtt ella víðkað vinnuvirksemi. Við Hjálparpakka 3 eru hesar avmarkingar broyttar, og grunnurin bjóðar seg til at hava tøkar 30 mió. til íløgur í júst ferðavinnuna. Peningurin kann brúkast til verandi virksemi, nýmenning ella til at víðka um virksemið hjá fyritøkuni.

Framtak hevur sum endamál at menna føroyskar fyritøkur og er ofta sinnaður at veita fígging til feløg, har váðin er lutfalsliga stórur. Grunnurin veitir ábyrgdarlán ella ger íløgu í felagið afturfyri partapening. Oftast er tað ein samanseting av báðum.

Tað er tó ein treyt, at peningastovnar samstundis veita lán, sum í minsta lagi eru líka stór sum íløgan hjá grunninum, og/ella at aðrir íleggjarar skjóta inn eginpening ella ábyrgdarpening í sama mun.

Framtak heitir á fyritøkur í ferðavinnuni um at seta seg í samband við grunnin fyri at frætta meira um møguleikarnar fyri fígging.

Ábyrgdarlán
Eitt ábyrgdarlán er eitt lán, har ongin trygd verður kravd, og ongar treytir eru fyri, hvat lánið skal brúkast til. Tí er lánið áhugavert hjá mongum fyritøkum. Afturgjaldstíðin er ymisk men vanliga verður ábyrgdarlánið afturgoldið eftir 5-7 árum, og gjøldini fella hvørt hálva ár.

Partapeningur
Framtak kann bara vera minnilutaeigari í felagi, og ognarluturin er vanliga 5-30%. Harumframt ynskir grunnurin at hava møguleika at fara úr felagnum aftur innan alt ov langa tíð. Hesi viðurskifti verða vanliga avtalað í eini partaeigaraavtalu. Framtak fer ongantíð einsamalt upp í eitt felag men hevur krav um, at ein annar partur kemur við tilsvarandi fígging (partapening og/ella lán) – hetta kann tó eisini vera verandi eigarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo