Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Løgtinginum í dag hómast konsensus um at flestu tingfólk halda at vit eiga at gera íløgur á samferðsluøkinum. Men tá gjaldast skal steðgar upp. 

Tí eiga Løgtingsmenn at gera sær greitt, at hetta fer at kosta umleið 300 milliónir árliga næstu 10 árini umframt Suðuroyartunnilin. Sum støðan er og hevur verið, hava tunlar verið valagn og teir eru tí illa umhugsaðir og óneyðuga dýrir. Tað er nógv at spara við at arbeiða skilagott. 

Øll siga seg verða positiv fyri tunlum Norður um fjall. Teir kosta 4-500 mió. Men tað klára tey ikki at finna pengar til.

Trýr nakar at løgtingi finnur pengar til Suðuroyartunnil?

Øll eru greið yvir, at einasti máti at sleppa undan rossahandlum og óneyðugum eykaútreiðslum er at vit tosa um stutt áramál. Til tess krevst at seta neyðugar upphæddir av til endamálið. 

Suðuroyartunnilin
Um Landskassin lánir 3 milliardir til Suðuroyartunnil verða renta og avdráttir á leið 160 milliónir árliga við 3% fastari rentu yvir 30 ár. Tunnilin til Suðuroyar verður ókeypis at koyra ígjøgnum. 

Smyril kostar uml. 90 milliónir árliga. Tí er íløgan ikki so garvill sum hon ljóðar. 

Byrjað verður uppá Suðuroyartunnilin í 2024/25 (1,5 ár aftaná at Sandoyartunnilin er liðugur) og so er hann helst klárur í 2030.

Raðfesting og samla íløguætlan
Neyvan havi eg fingið alt við. Men tað eru tær stóru íløgurnar sum krevja raðfesting. Hesar eru tær sum kosta nógvar pengar og freista Løgtingsmenn óneyðuga nógv til at gera rossahandlar. Tað kostar óneyðuga nógv og tí seinkar tað menningini av samfelagnum.

Neyðugt er at taka stórar avgerðir um alt ikki bara skal verða bíligt prát og skilaleysa høgur prísur fyri tær íløgur, sum Løgtingsmenn annars allíkavæl ætla sær at gera fyri at fáa atkvøður. 

Havi sett tað upp soleiðis at fólk skilja hvussu stórar upphæddir vit tosa um. Raðfestingin er tilvildarlig. Tað eru avsettir pengar, sum avgerða ferðina. Havast skal í huga at spardir pengar til afturvendandi umraðfestingar og kostnaðarmetingar røkka ivaleyst til stórsta partin av eftirsleipinum sum er.

Eg og onnur við, sum hugsa um at spara rakstur síggja als ikki trupulleikan í at brúka nógvar pengar til íløgur. Eg haldi at umframt hesar íløgur ber væl til at gera aðrar íløgur eisini. Tað er bara ein spurningur um raðfesting. Men tað avmarkar sjálvandi møguleikan at raðfesta ótálmaðan rakstrarvøkstur.

Tey, sum halda at kreativar loysnir, so sum at onkur tunnil skal gjalda fyri annan og at bummgjald, vegskattur og oljuavgjald skal gjalda fyri nýggjar tunnlar hava helst ikki skilt, støddina á avbjóðingini.

Varð stýrt við skili seinastu árini, so var allur óneyðugur rakstrarvøkstur í staðin brúktur til íløgur. So var fígging ikki trupulleikin í dag.  

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo