Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Forsetin í Lions Club Liljan Fía Petersen handar Ann-Britt Fríðheim Mortensen leiðara í Kvinnuhúsinum kekk á 30.000 kr

Forsetin í Lions Club Liljan Fía Petersen handar Ann-Britt Fríðheim Mortensen leiðara í Kvinnuhúsinum kekk á 30.000 kr

Forsetin í Lions Club Liljan Fía Petersen handar Ann-Britt Fríðheim Mortensen leiðara í Kvinnuhúsinum kekk á 30.000 kr

Lions Club Liljan stuðlar Kvinnuhúsinum á 30 ára degnum við at lata peningagávu.

Lions Club Liljan er ein felagskapur í Havn við kvinnuligum limum, ið savnar pening, sum fer óskerdur víðari til vælgerandi endamál.

Nú 30 ár eru liðin síðani Kvinnuhúsið byrjaði sítt virksemi, varð mett, at tað vera hóskandi at geva Kvinnuhúsinum eina peningagávu á 30.000 krónur.

Arbeiðið hjá Kvinnuhúsinum er væl skipað og meginparturin av arbeiðinum er gjørt av sjálvbodnum óløntum kvinnum.

Í Kvinnuhúsinum fæst ráðgeving, vegleiðing og hjálp til sjálvhjálp. Eisini ber til at búgva á Kreppumiðstøðini í Kvinnuhúsinum eitt tíðarskeið. 

Lions Club Liljan vónar við hesi peningagávu, at kunna vera við til, at stuðla virkseminum og at betra um korini fyri tær kvinnur og børn, ið leita sær vegleiðing og hjálp frá Kvinnuhúsinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo