Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mynd: Sonja S. Petersen 

Mynd: Sonja S. Petersen 

Mynd: Sonja S. Petersen 

Ríðisambandið: Fyrsta kappingin á degnum var 100 mtr. Tølt. Her kappast rossini einsæris og vinnari á degnum var Brynjar við Regin Johannessen á baki, teir høvdu tíðina 11,77.

Nummar tvey var Strákur við beiggja Regin, Bárði Johannessen á baki og nummar trý Krapi og Thorfinn Nielsen.

Skeiðkappingina vann Kór við Beintu P. Debes, tíðin um teir 100 mtr. var 9,13, nummar tvey vóru Viti við Jónu Ólavsdóttir á baki og nummar trý Orka við ungu Ranju K. H. Djurhuus.

Trav vann Birita Lútzen á Freyr, nummar tvey var Karin Nónklett á Snædis og nummar trý Laila P. Christiansen á Tango. 

Tvíspor Ung 250 mtr. er aftur í ár ein sera spennandi kapping, fleiri ross eru sum bjóða seg fram. Hesaferð eyðnaðist tað aftur føroyameistaranum frá í fjør, Silfu við Ásu Bárðadóttir at vinna.

Nummar tvey var Fía Nolsøe, hon reið á Báruni, nummar trý gjørdist Freyr og Birna Jóansesarson. Tað var tætt milum hesi rossini, tíðirnar vóru ávíkavíst 18,34 - 18,97 - 19,04, nummar fýra hevði 19,26. So fýra ross innafyri eitt sekund.

Tvíspor ll flokk vann Sirkill við Halli Hansen á baki, nummar tvey gjørdist Pegasus og Vár Joensen og trý Gordon við Rebecku Jørgensen. 

Tvíspor l flokkur gjørdist eisini sera spennandi. Eisini her var minni enn eitt sekund millum nummar eitt og nummar fýra.

Vinnari gjørdist formaðurin í Vága Ríðingarfelag, leyningurin Zacharias R Jacobsen á ryssuni Ronju. Tey høvdu 17,94, nummar tvey var Bragi við Jónu Ólavsdóttir, 18,10, og nummar trý Svanna og Barbara Carlsen 18,57

Seinasta FM kappingin verður í Marknagili um tvær vikur, leygardagin 28 august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo