Í gjár vóru 35 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
2.492 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.
Í løtuni eru 566 smittað, fýra eru innløgd, og átta eru deyð við koronu í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo