Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í gjár vóru 35 nýggir tilburðir av korona staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

1.740 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Sostatt var positiv prosenttalið 2, eitt kvink hægri enn í gjár, tá tað var 1,8.

Hetta er fimti dagurin á rað at talið á nýggjum tilburðum minkar. Tað mesta var 7. desember, tá 96 nýggir tilburðir vórðu funnir.

Í løtuni eru 500 smittað og 7 eru innløgd við koronu í Føroyum, tó ongin á intensivari deild.

Nú eru tilsamans 13 fólk deyð við koronu í Føroyum. Tað nýtist ikki at merkja, at tey doyðu av korona. Tað merkir, at tey vóru korona-positiv tá tey andaðust.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo