Í gjár vórðu 896 fólk koppsett. 725 fólk fingu fyrra prikið og 171 fólk fingu seinna prikið.
Nú hava 23.867 fólk fingið fyrru koppsetingina, tað svarar til 44,8% av fólkatalinum. 14.375 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, tað svarar til 27% av fólkatalinum, og eru liðugt koppsett.
Tilsamans 38.242 kopppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo