Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

39 fólk eru helst druknað eftir at ein bátur, sum eftir øllum at døma varð brúktur til at smugla fólk úr Bahama til Florida, kom í óveður og holvdist.

Ein maður kom frá hendingini við lívinum, og kundi greiða frá hvat var hent.

Maðurin greiddi millum annað frá, at ongin bjargingarútgerð var umborð á bátinum. Bjargingarfólk leita eftir fólki í sjónum, men hava lítlar vónir um at finna nakran á lívi.

Tað er ikki óvanligt at mannasmuglarar royna at smugla fólk til Florida. Tey flestu eru úr Kuba ella Haiti. Bara síðani oktober í fjør hava amerikansk vaktarskip tikið 127 kubanar, sum á ólógligan hátt royndu at koma sær til USA. Síðani 2017 eru tilsamans 7.400 slíkir kubanarar steðgaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo