Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í gjár vóru 390 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

3774 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 1985 smittað, níggju eru innløgd, harav fimm vegna korona, og fýra eru innløgd av aðrari orsøk.

Ein broyting er framd í skrásetingini av hagtølum um korona. Talið av innløgdum vísir framyvir talið av persónum, sum eru innlagdir vegna korona. Tað vil siga, talið av persónum við korona, sum eru innlagdir av aðrari orsøk, verða ikki fevndir av yvirlitinum yvir hagtøl um korona í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo