Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tað verður boðað frá nógvum vindi 2. páskadag, og tí eru allir dystirnir í 4. umfari í Betri Deildini hjá monnum fluttir til mikudagin 28. apríl - Mynd: Jens Jákup Hansen

FSF: Veðrið má sær sjálvum ráða, og soleiðis verður sjálvandi aftur hesaferð. Eftir ætlan skuldu tríggir dystir í 4. umfari í Betri Deildini hjá monnum verða spældir 2. páskadag, mánadagin 5. apríl, og tveir mikudagin 7. apríl.

Men vegna vánaliga veðurforsøgn og broytta vegleiðing um sóttarhald fyri landsliðsspælararnar, hevur kappingarnevndin avgjørt at flyta allar dystirnar í 4. umfari til mikudagin 28. apríl.

Dystirnir, ið talan er um, eru hesir: KÍ – HB, B68 – ÍF, TB – B36, 07 Vestur – EB/Streymur og NSÍ – Víkingur.

Sostatt verður fremsta deildin hjá monnum sparkað í gongd aftur sunnudagin 11. apríl, og tá verður spælt soleiðis: B68 – TB, KÍ – EB/Streymur, ÍF – NSÍ, B36 – Víkingur og HB – 07 Vestur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo