Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Jóan Jakku (Jógvan Jákup Jacobsen) byrjaði at arbeiða sum maskinførari á Lambareiði 2. apríl 1979 og var við í kavagravingini í Eysturoynni.

Hann var eisini við til at gera tunnulin til Mikladals í Kalsoynni. Jóan Jakku arbeiddi  í Leirvíkartunlinum frá 1982-1985. Harumframt var hann í Noregi í eitt 5-mánaðar tíðarskeið í sambandi við tunnilsarbeiði.

Hann var við til at gera tunnulin til Trøllanesar. Og tá í fast samband varð gjørt um Haraldssund, og tá í tunnulin og vegurin til Kunoyar kom var hann arbeiðsformaður har. Hesa tíðina vóru eisini fleiri víkipláss longd og breiðkað inni í Borðoyðartunlinum. Seinni var hann aftur eitt tíðarskeið í Noregi í sambandi við undirsjóvartunnilsarbeiði.

Í 1988 varð byrjað uppá fyrireikingarnar til undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund, og nú hevði Jóan Jakku sjálvsagt royndir frá líknandi arbeiði í Noregi. Skúrar vóru settir upp og arbeiðsplássið gjørt til, og inntakið var sprongt, men verðuliga arbeiði uppá tunnulin fór ikki í gongd fyrr enn 10 ár seinni.

Í 1991 og 1992 var hann við til at breiðka vegin millum Hósvík og maskinmiðstøðina hjá Landsverki. Í sama tíðarskeiði var hann í Íslandi í sambandi við el-verk í tunnli.

Í 1992 til 1999 var Jóan Jakku arbeiðsformaður í Sumbiartunnlinum. Av tí at játtanin var so lítil til hesa verkætlan hvørt ár, tók hetta langa tíð. 

Í 1999 var hann við til at gera goymslutunlarnar fyri Fuglafjarðar kommunu. Síðani var hann eisini formaður fyri arbeiðið við Gásadalstunlinum. Hann var eisini við til at breiðka vegin niðan á Gøtueiðið.

Seinasta verkætlan Jóan Jakku hevur verið við í, var at breiðka vegin á Oyrarbakka.

Ikki kann sigast annað enn at talan er um ein mann við drúgvum royndum, serliga innan tunnilsarbeiði, tí hann hevur verið við til viðlíkahaldsarbeiði í øllum tunnlunum í Føroyum. Hann hevur arbeitt bæði í Føroyum, Norra og Íslandi.

Seinastu 16 árini hevur hann verið arbeiðsformaður á skervverkinum á Hústoft, har í nógv túsund tons av gróti og skervi eru farin til privat, kommunur og onnur.

Við hesum fari eg at ynskja bróður hjartaliga tillukku við 40 ára starvsdegnum, tænastumedalju frá drotningini og 65 ára føðingardegnum 11. apríl.

Í samband við starvsdagin skipaði Landsverk fyri hátíðarhaldi.

Árni Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo