Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvat er “Non Profit”?

Vanliga hugsa vit um Reyðakross, Red Barnet ella ABC børnehjælp osv.

Slíkir felagsskapir hava sum aðalmál, at hjálpa teimum, sum hava bráfeingis tørv á hjálp.

Slíkum felagsskapum hava fólk stóra virðing fyri.

At kalla seg “Non Profit” krevur nakað av einum, tí um tað verður misbrúkt, so er álitið fokið.

Tað hevur verið at hoyrt fyrr um leiðslur, at tær hava givið sær stórar lønir og tikið ov nógv í umsiting.

Tað hevur eisini nógvar fyrimunir, um ein fær eina etikett sum “Non Profit”.

Eitt nú fær tað fólk at stuðla slíkum felagsskapum, virkir kunnu skattafrít lata stuðul til slíkar felagsskapir, umframt at felagsskapir av slíkum slagi eisini kunnu fáa skattafrælsi frá Taks.

Ja, flest øll fólk taka undir við slíkum virksemi, tí uttanfyristandandi fólk fáa tað fatan, at fólkini aftanfyri felagsskapin hava nakað gott og vælgerandi í huga.

Tey vilja hjálpa, og tað er eisini alla æru vert.

Taka vit Bústaðir, so hevur leiðslan og vinstravongurin fleiri ferðir kalla útleiguvirksemi hjá Bústaðir fyri “Non Profit”.

Men er tað nú rætt?

Ársfrásøgnin hjá Bústaðir fyri 2019 er ikki tøk alment enn, hóast freistin var 1. juli.

Tí kann bert vísast til 2018 tølini.

Sambært ársfrásøgnini hevur Bústaðir 256 leigumál ultimo 2018.

Hetta gav tá eina árliga leiguinntøku uppá 11,5 mio. kr.

Sum so gevur eina miðalleiguinntøku uppá 3.755 kr/mðr.

Við 19 starvsfólkum á lønarlistanum, sum í miðal kosta 508.000 kr./ár gevur hetta lønarútleiðslur svarandi til 9,7 mio. kr. árliga.

Afturat hesum hevur felagið 4,3 mio. kr. í øðrum rakstrarkostnaði (bilar, diesel, teldur, arbeiðsklæði v.m)

Hetta merkir, at av hvørjari leiguinntøku sum Bústaðir fær, skal rindast 4.533 kr/mðr. til lønir og umsiting – 3.142 kr. fara til løn til starvsfólk og 1.391 kr/mðr. fyri aðrar rakstrarkostnaðir hjá Bústaðir. 

Ella sagt á annan hátt – um ein leigari í miðal rindar 3.755 kr í leigu hvønn mánað, skal hann roknað við, at 4.533 kr. av leiguni fara til løn og umsiting.

Við øðrum orðum, øll leigan og eitt sindur afturat fer beinleiðis til umsiting, og hetta rindar man við at eta av uppsparingini.

Ja, tað er bara at skrúva allar útreiðslur í top, so halda øll, at Bústaðir er “Non Profit”?

Um hetta var hent í privatu vinnuni, var talan um konkurshótt virksemið.

Hví ber hetta so til enn?

Jú, tað er tí, at man etur av uppsparingini.

Men nú er einki eftir av uppsparingini, tí ynskir man meira pening.

Og ja, teir borgarligu hava latið seg sannføra.

Aksel lovaði Bústaðir 250 mio. kr. Men teir borgarligu lova Bústaðir 400 mio. kr. afturat teimum 600 mio. kr. sum teir longu hava brúkt.

Skal slíkt virksemi premierast við at geva Bústaðir 400 mió. kr. meira?

So vælbjarga fólk kunnu búleikast hjá Bústøðum?

Vælkomin til sosialistisku Føroyar, har vinstravongurin og enntá teir borgarligu flokkarnir við, ikki longur vita hvat er rætt og skeivt.

Eygleiðari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo