Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fríggjadagin 2. mars gevur Katrin Ottarsdóttir út eitt savn av stuttum prosatekstum við heitinum 43 bagatellir.

Almenn bókaframløga verður í Gamla Bókahandli í Havn fríggjadagin kl. 16, har Katrin verður til staðar og lesur upp úr bókini.

Tær 43 bagatellirnar er fjórða bókin frá Katrinsa hond. Hon gjørdi fyrstu ferð vart við seg í 2012 við yrkingasavninum Eru koparrør í himmiríki, sum hon árið eftir fekk bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri.

Í 2015 gav Katrin út enn eitt yrkingasavn, Messa fyri einum filmi, og í 2016 stuttsøgusavnið Aftanáðrenn.

Í nýggju bókini eru 43 stuttprosatekstir ella stuttar stuttsøgur, sum hvør eru neyvt 300 orð til longdar - hvørki meiri ella minni - umframt tittul upp á 1 orð.

Hugskotið til hendan karmin ella hesa avbjóðing - at allar søgurnar skuldu vera neyvt 300 orð - fekk Katrin í fjør, tá ein argentiskur rithøvundar heitti á hana um at skriva eina søgu til eina altjóða antologi við stuttum stuttsøgum. Søgurnar skuldu vera umleið 300 orð til longdar.

Tað vildi so til, at søgan sum Katrin skrivaði, var neyvt 300 orð, og hon fekk ta hugskot at gera eina heila lítla bók, har allar søgurnar høvdu júst hesa longd.

Søgurnar í bókini eru rættiliga ymiskar og snúgva seg - sambært innihaldsyvirlitinum - um mangt og hvat, millum annað eina altan, automatgir, eina á, állar, eitt baðikar, barnaspæl, ein barnavogn, boardingkort, eitt bræv, børn, eina gávu, ein glasrút, eitt gólv, ein gulltendrara, havfrýr, hálstablettir, hotpants, jólaútvarp, kamelull, ein keypmann, kramarís, ein kross, lakkskógvar, maðkar, eitt morgunmatarborð, eina móttøku, pinocchiokúlur, pizza, pocahontas, sjógv, sjómenn, eina sjúkrasystir, skýming, ein slipsknút, ein sokkahaldara, streym, sveittadropar, takeaway, tivoli, eina uppgávu, eitt ur, eina útferð og ein veg.

Sum sjangruheiti man "bagatell" vera mest brúkt um tónleikaverk, men er tó eisini til sum bókmentasjangra, og merkir "lítið, ópretentiøst verk". Í dagligari talu verður orðið brúkt um okkurt sum hevur lítið upp á seg, okkurt sum bert er ein viðfáningur

Hvørt bagatellirnar í hesum førinum bara eru bagatellir, má lesarin gera av.

Síðst í mars kemur bókin út í danskari útgávu.

Bókin er 96 síður.

Mentanargrunnur Landsins hevur stuðlað útgávuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo