Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ein sera góður dagur á Føroya Løgtingið. Í dag bleiv samtykt, at bústaðir kann fara í holt við at byggja fyri 450 mió. kr. afturat.

Tann positiva gongdin við fólkavøkstri seinastu árini hevur ført við sær, at trýst hevur verið á bústaðarmarknaðinum í Føroyum.

Tískil er neyðugt, at tann politiska skipanina ger sítt til, at øll hava møguleika at fáa sær ein bústað.

Sum formaður í trivnaðarnevndini, er tað gleðiligt, at 200 mió kr. eru markaðar til serstakar verkætlanir, herundir lestraríbúðir og bústaðir til borgarar við serligum tørvi.

Sostatt verður tryggjað, at bústaðir eisini verða bygdir til teir veikastu bólkarnar í samfelagnum.

Tað er eisini gleðiligt, at lógin leggur upp til, at byggjast skal kring alt landið.

Vit eru fullgreið yvir, at 450 mió kr. ikki loysir allar trupulleikarnar, sum eru á bústaðarmarknaðinum í Føroyum, men við tað, at Bústaðir og privat kunnu samstarva, so kunnu hesar 450 mió kr. røkka langt.

Hetta loysir ikki allar trupulleikarnar, men hetta var eitt stórt stig rætta vegin.

Uni Rasmussen
løgtingsmaður og formaður í trivnaðarnevndini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo