Kvinnur, sum royna at gerast javnmettar við menn, mangla ambisjónir
- Timothy Leary

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mánadagin frættist um 270 grindahvalir, sum høvdu gjørt landgongd á australsku oynni Tasmania, og í nátt er frætt um einar 200 afturat. Flestu teirra eru longu deyðir.

Talan er sostatt um størstu landgongd í australskari søgu, og samstundis spyrja alt fleiri, hvat tað er sum ger, at hvalirnir gera landgongd.

Granskarar halda, at tað kann hava okkurt at gera við, at føðin er nærri landi, men vitanin er ov lítil til at kunna siga nakað við vissu.

Bjargingarfólk royna at bjarga hvalunum, men higartil hevur bara eydnast at bjarga 25, og avlíving er eisini ein møguleiki, sigur Nic Deka frá tasmansku myndugleikunum.

Í 1996 gjørd ein grind uppá 320 hvalir landgongd í statinum Western Australia. Og í 2017 svumu 600 grindahvalir seg uppá turt í Nýsælandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo