Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Leygardagin 28. november kom út bóklingur við 48 løgum eftir Leiv Guttesen.

Leivur Guttesen livdi frá 1929 til 1997, var havnarmaður og sonur Jens Christian (Kisan) og Johonnu Guttesen.

Hann var íðin og dugnaligur tónleikari og sangari.

Hann skrivaði eisini løg og legði tey til rættis fyri kór og fylgispæl.

Tað eru hesi løg, sum verða sýnd fram í bóklinginum “Leivur Guttesen, 48 løg til andaligar sangir”.

Í bókini eru lýsingar eftir Jóhan Vang, Árna av Reyni og Poul Færø av Leivi Guttesen sum menniskja og tónleikari, og bóklingurin er prýddur við 17 myndum, sum á sín hátt lýsa menniskjaliga og tónleikaliga umhvørvið, sum Leivur vaks upp í og tók lut í.

Bóklingurin fæst í bókhandlunum.

Tórshavnar Býráð hevur stuðlað útgávuni.

Forlagið Nótar við Zachariasi Sørensen gevur bóklingin út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo