Í gjár vóru 48 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
3.255 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.
Í løtuni eru 733 smittað, 22 færri enn í gjár, og seks eru innløgd við koronu í Føroyum. Tað er ein minni enn í gjár.
Fimm fólk eru deyð við korona, 6 eru innløgd á sjúkrahús, ein teirra á intensiveri deild.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo