Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

USA er nú komið upp um 5 milliónir smittaðar borgarar. Tað vísa nýggj tøl frá Johns Hopkins Universitetinum. Um allan heim verður mett, at talið á smittaðum er um 20 milliónir. Eisini deyðiligheitin er eina størst í USA, har 160.000 nú eru deyð við Covid-19, og fleiri lond nokta at geva ferðafólki úr USA innferðarloyvi.

USA hevur sambært worldometers.info nú nærum 16.000 tilburðir fyri hvørjar 1.000.000 íbúgvar.

Eisini í Stórabretlandi hevur gingið skeiva vegin seinastu dagarnar. Í dag er talið av nýggjum smittaðum 1.062, og tað er fyrstuferð síðani síðst í juni at talið hevur verið so stórt. Í Stórabretlandi kom í gjár krav um at bera munnbind í almenna rúminum, og bótin er 100 pund um hetta ikki verður gjørt.

Forsætisráðharrin, Boris Johnson, skrivaði í einum lesarabrævi í Mail on Sunday í dag, at tað er framvegis ætlanin at lata skúlarnar upp aftur síðst í august, tá summarferian vanliga endar.

- Tað er óhaldbart, bæði sosialt, búskaparliga og moralskt at halda skúlarnar stongdar longri enn allar hægst neyðugt, skrivaði hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo