Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mánadagin var bara 1 barn í forskúla í føroyska fólkaskúlanum av teimum tilsamans yvir 2000, sum kundu verið.

Tilráðingin er at børn til og við 3. flokki kunnu fara í skúla.

Talan var tá um eitt barn inni í Eysturoynni.

Men seinastu dagarnar hava fleiri børn verið í skúla, eini 5-10 børn, so foreldrini hava skilt boðskapin hjá myndugleikunum, tá talið framvegis er so lágt, um at hava børnini heima, tóat skúlarnir framvegis eru opnir.

Tað er ymiskt frá landi til land, hvussu tilráðingin er viðvíkjandi skúlunum.

Ongland og Svøríki hava framvegis vanliga skúlagongd.

Tilráðingin hjá Mentamálaráðnum er: Skúlarnir og frítíðarskúlarnir verða tí opnir fyri teimum børnum, sum ganga í forskúla, 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Hetta er ein serskipan til tey børn, hvørs foreldur røkja kjarnutænastur og ongan møguleika hava fyri ansing annars. Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðsluna.

Les eisini:

Australskir heilsumyndugleikar: Tað nyttar onki at steingja skúlarnar í tvær vikur - tað skal vera minst 6 mánaðir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo