Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bindifestivalurin: Fyri fyrstu ferð eru Føroyar við í europeisku kappingini European Twiddle Muff Award.

Dómarapanelið møttist í dag fyri at velja teir vinarvøttir, sum skuldu fara víðari í kappingini í Kroatia.

Tað komu 16 vøttir inn til kappingina her í Føroyum og 5 av teimum eru valdir til at fara víðari til Kroatia.

Seinni í august verður eisini møguleiki hjá tær at velja, hvør tú heldur skal vinna. Hetta verður gjørt við almennari atkvøðu á alnótini (public opinion award).

Allir vøttir, sum koma inn, verða lætnir til eitt vælgerðandi endamál.

Tú kanst fylgja við, hvussu tað gongs teimum føroysku vinarvøttunum, inni á facebook síðuni:

(9) Vinarvøttur - Føroyar | Facebook

Á altjóða Alzheimersdegnum 21. sep. 2022 verður kungjørt, hvørji tey 9 eru, sum vinna heiðurslønirnar.

Náddi tú ikki at gera ein vinarvøtt?

So kanst tú gera ein nú. Jú fleiri jú betur og jú meira er at deila út til heimini og stovnarnir fyri fólk við demens her í Føroyum.

Vit takað ímóti vinarvøttum fram til 21. sep. (Altjóða Alzheimersdegnum)

Send hann til:

Innandalsvegur 4

530 Fuglafjørður

GG! So verður tú bara ikki við í kappingini.

P.s. Stovnar, dagtilhald og heim fyri fólk við demenssjúkum kunnu skriva til bindifestival(at)gmail.com , um tey vilja hava nakrar VINARVØTTIR.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo