Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fundarøðin, sum var í tríggjar dagar, byrjaði fríggjakvøldið 24. apríl og endaði sunnukvøldið 26. apríl. Leygarkvøldið, sum var flaggdagurin, vóru umleið 300 fólk á møti, og hetta møti varð eisini lýst sum eitt flaggdagshald, har Petur Háberg, sáli helt røðu um føroyska flaggi MERKIÐ, samstundis sum hann flattaði evangeliska boðskapin saman við krossmerkinum í flagginum.

Møtini vóru væl vitjað. Tað vóru væl yvir 600 fólk í alt til øll trý møtini.

Brynleif Hansen var høvuðstalari á øllum trimum møtunum, sum eisini hevði savnað saman eitt toymi við talarum, sangarum og tónleikarum áðrenn farið var úr Føroyum. Millum teir, sum høvdu orðið á fundarøðini vóru Svenning av Lofti, Petur Háberg og Rodmundur í Liða. Yngálvur av Reyni var boðin við sum sangari, og hesi kvøldini fylti hann teatursalin í Merkur við síni stórslignu sangrødd.

Sangbrøður, undir leiðslu av Øssuri Berghamar, vóru við og góvu eitt gevandi og lívligt íkast til møtini. Beinta Háberg Jacobsen, sum var við í ferðalagnum, sæt við klaverið hesi kvøldini.

Andaðist 5 mánaðir seinni
Brynleif Hansen, sáli var spentur í hesum stórmøtum og væl nøgdur við uppmøtingina. Hann segði eftir møtini, at hann ætlaði sær aftur til Danmarkar at evangelisera. Men soleiðis skuldi ikki verða, tí bert 5 mánaðir seinni, eftir eina evangeliseringsferð bæði í Reykjavík og á Akureyri, var hann við í flogfarinum, sum datt niður í Mikinesi 26. september, sama ár, sum hann skipaði fyri stórmøtunum í Merkur-Teatrinum.

Tað eru sostatt 50 ár í ár síðani evnagelisturin og stovnarin av Zarepta andaðist bert 33 ára gamal.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo