Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: Oljuprísurin er methøgur í hesum døgum, og tað er vorðið dýrari at hita húsini við olju. Alt eftir, hvussu oljuprísurin fer at hátta sær frameftir, kann talan verða um fleiri túsund krónur í árligum øktum útreiðslum fyri eitt vanligt húsarhald.

Í nýggju Spyr-kanningin varð spurt, hvussu stóran áhuga føroyingar hava fyri at velja grønar orkuskipanir, og í hvønn mun fólk hava ætlanir um at gera orkusparandi ábøtur á bústaðin. Góð 87% av teimum, ið luttóku í kanningini, siga seg leggja dent á at brúka orkusparandi loysnir í heiminum, og meira enn helmingurin hevur ætlanir um at gera orkusparandi tiltøk av ymiskum slag. Av teimum, ið hava ítøkiligar ætlanir, siga 36% seg ætla at skifta vindeygu, 57% ætla at skifta orkuskipan, 45% vilja bjálva húsini, og 16% hava ætlanir um onnur orkusparandi átøk.

Kostnaðurin ein forðing
77% hita bústaðin við olju, og av teimum sigur helvtin seg umhugsa at skifta til eina grøna orkuskipan. Við at leggja um frá olju til eina grøna orkuskipan ber til at minka CO2-útlátið munandi, men sambært kanningini er tað kostnaðurin av íløguni í nýggja orkuskipan, ið er størsta einstaka forðingin í hesum sambandi. Harumframt siga nógv seg vilja sleppa undan at taka lán í bankanum fyri at skifta til eina grøna orkuskipan. 

Fígging til serliga lagaligar treytir
Tað ber til at fáa eitt orkulán við serliga lagaligari rentu, tá ið orkusparandi ábøtur skulu gerast á bústaðin. Tey, ið hava lítla ella onga skuld í bústaðinum, kunnu harumframt møguliga læna til orkusparandi umvælingar, uttan at tað fær stóra ávirkan á peningaligu støðuna í gerandisdegnum. “Um tú hevur eitt stórt frívirði í húsunum, kanst tú taka lán til tílíkar umvælingar ella eina nýggja orkuskipan, uttan at tað ávirkar títt fíggjarliga rásarúm stórvegis, tí serlig avtala kann tá gerast um eitt avdráttarfrítt orkulán. Tað er ein góður møguleiki hjá teimum, sum fegin vilja gera ábøtur á bústaðin uttan at økja um mánaðarligu útreiðslurnar, tí sparingin í orkurokningini vigar upp ímóti rentuútreiðslunum,” sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

Góð ráð og íblástur á tiltøkum kring landið
Komandi tíðina verður møguligt at fáa íblástur og kunning um burðardyggar umvælingar og orkusparandi átøk á tiltøkum, sum BankNordik skipar fyri kring landið. Ein orkuserfrøðingur og arkitektur fara at greiða frá og geva góð ráð. Til ber at lesa meira og tekna seg á www.banknordik.fo/tiltak.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo