At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

COVID-19 koppsetingarbólkurin Nú hava 50,4% av øllum føroyingum fingið fyrstu koppsetingina fyri korona, og harvið er ein týðandi varði rokkin í stríðnum at basa hesi farstótt.

Harafturat hava 34,9% fingið aðru koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Í nýggjastu støðulýsingini, sum er tann fjórða í røðini hjá Koppsetingarbólkinum, verður tikið saman um koppsetingarátakið, síðani farið varð undir at koppseta 30. desember í fjør.

Allir føroyingar sum hava fylt 16 ár hava nú fingið í boðið ókeypis koppseting fyri COVID-19. Higartil eru tilsamans 45.456 koppsetingar framdar. Av hesum hava 26.874 fólk fingið fyrru koppsetingina, tað svarar til 50,4% av fólkatalinum og 18.582 fólk fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett, tað svarar til 34,9% av fólkatalinum.

Í Støðulýsingini sæst, at flestu teirra í eldru aldursbólkunum eru koppsett. Ein góður triðingur av teimum ungu millum 16 og 24 ár er longu koppsettur minst eina ferð. Hetta er at fegnast um, tí ung eru í øktum vanda fyri at verða smittað við COVID-19 og harvið smitta onnur.

Koppsetingarkalendarin er dagførdur. Sambært nýggjastu upplýsingunum verður roknað við, at allir føroyingar, sum ynskja tað, eru liðugt koppsettir í fyrru helvt av september í ár.

Í seinnu helvt av mai var tilboðið um koppseting víðkað til at fevna um tann seinasta av málbólkunum, t.v.s. tey í aldrinum 16-44 ár. Við hesi broytingini fingu fleiri føroyingar møguleika fyri at verða koppsettir fyrr enn upprunaliga ætlað, t.d. yngri fólk við varandi sjúkum, føroyingar, sum starvast uttanlands og ung. Somuleiðis hava fólk, sum eru í Føroyum í longri tíð, fingið møguleika fyri at verða koppsett í Føroyum. Hetta er serliga til gagns fyri føroyingar undir útbúgving uttanlands.

Koppsetingarbólkurin fegnast um góðu gongdina higartil við koppsetingini. Tað er av alstórum týdningi, at so nógv sum gjørligt taka av tilboðnum um koppseting, so vit kunnu røkka málinum um at fáa flokkimmunitet. Tí við flokkimmuniteti verður fjøldin vard.

Støðulýsingin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo