Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

JFK Trol hevur keypt flakatrolaran Dorado, sum er fyrrverandi Akraberg. Skipið skal fiska kongafisk í Irmingarhavinum og í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, umframt tosk í Barentshavinum.

- Skipið fer væntandi til fiskiskap í august. Knýtt at skipinum verða 50 nýggj arbeiðspláss, sigur Hanus Hansen, reiðari, við VP.

Skipið skal eita Sjúrðarberg. Skiparar vera Ásmund Olsen og Rólvur í Norðnastovu.

- Gadus og Sjúrðarberg skulu fiska kvotuna hjá felagnum til nýggi Gadus kemur um góð 2 ár, sigur Hanus Hansen, reiðari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo