Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú uppskot um broytingar í fiskivinnulóggávuni eru sendar til hoyringar, er røringur komin í.

Serliga andstøðan slær á karamellublikkini.

Tey brúktu 3 ár at gera neyðugar rossahandlar, áðrenn tey megnaðu at samtykkja eina lóg.

At rokna við at kvaliteturin á slíkari lóg er betri enn byggingin av H-bygninginum ella Glasir er rættuliga optimistist.

Tað er ikki brúkt tíð, sum avgerð úrslitið.

Dygdin av arbeiðinum er avgerandi.

Nógv tosa um ræðuleikan av 10 ára rullandi loyvum.

Ein samgonga, sum gekk í kroniskari avgjaldsøði kann ikki hava trupult við at áseta høgt tilfeingisgjald.

Landskassin fær í dag 300 mió. í uppboðssølugjaldi og tilfeingisgjaldi.

Tað er uml. 17% av avreiðingarvirðinum og so fær landskassin tað sama.

Skattaprosentið kann broytast fleiri ferðir árliga, alt eftir, hvussu hart avgjaldsøðin rakar.

Rætt ásett tilfeingisgjald ger samstundis, at søluvirði av skipum og rættindum minkar niður í einki.

Ofta hoyra vit um hesi fáu, sum eiga alt.

Tey fáu eru umleið 20 í tali.

Um vit deila fleiri loyvir út og tey gerast 40, er tað tá nógv?

Hví ikki viðurkenna, at uppsjóvarvinnan ikki er fyri pengapungin hjá vanligum fólki og brúka tíðina uppá at minimera vansar við fámannaveldi?

Ella eru tað nógv sum halda, at best er, at ongin eigur nakað?

Onkur er eymur um menningarkvotur.

Sjálvandi veit viðkomandi, at menningarkvotan ikki røkkur til ætla virksemi.

Men hvussu skal tað broytast?

Menningarkvotan er jú útlutað til virksemi uppi á landi og ikki til skiparakstur.

Øll sum vilja vita, hava skilt, at ongin menningarkvota átti at verið útlutað.

Ikki ein einasta menningarætlan var fyrireikað.

Undantakið er nokk tann hjá Varðanum Pelagic.

Endamálið var ongantíð vørumenning.

At frysta makrel við plátufrystarum, fyri at kanna, um tað er 3 ella tað er 4 ferðir so dýrt at frysta á gomlum virkjum, sum á nýggjum virkjum, er ikki vørumenning.

Menningarkvotur eru og verða ein korrupt skipan.

Tað ber ikki til at útluta menningarkvotur sakliga.

Vinningurin í uppsjóvarvinnuni er á sjónum og á landi er undirskot.

Vørumenning kostar nógvar pengar.

Nýggir aktørar skulu eiga sera nógvar pengar, sum teir hava ráð at missa, fyri at kunnu umhugsa vørumenning.

Annars er tað framvegis soleiðis, at umleið 6 skip á pappírinum, klára at fiska alla uppsjóvarkvotuna.

Vit hava umleið 16 skip, so vit mangla ikki stál.

Tað er eisini galdandi, at tess fleiri skip fiska, tess minni verður landskassans inntøka av tilfeingisgjaldi.

Tí verða menningarkvotur í dag útlutaðar við beinleiðis landskassastuðli í krónum, sum skattgjaldarin betalur.

Og vit hava eisini hoyrt at frá 2008 til 2018 vaks avreiðingarvirðið í pelagisku vinnuni 1,1 milliard.

Størsta kvettið gjørdi Landskassin.

Í rundum tølum eftir minninum er 1,1 milliardin býtt soleiðis. Hýrur 165 mió. aftaná skatt. Reiðarar frá undirskoti á 34 mió. til avlop á 270 mió. Eisini hava skipini keypt vørur og tænastur so sum olju og víðlíkahald fyri 150 milliónir.

Lands- og kommunukassar hava fingið tilfeingisgjald 300 mió. Persónsskatt 165 mió. PF skatt ca 50 mió.

Tilsamans hava almennu kassarnir fingið 515 milliónir av framgongdini.

Ikki so galið fyri landskassan.

Okkurt kallast rettidig omhu.

Tá pendulið svingar hinvegin, so minka almennu inntøkurnar 515 milliónir árliga.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo