Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er størsta fakfelagið í Italia, CGIL, sum skipaði fyri mótmælisgonguni í italska høvuðsstaðnum Rom í dag. Almenn tøl siga, at 50.000 fólk luttóku, men aðrar keldur siga, at talið var minst dupult so stórt.

Misnøgdin botnar sum so mangt annað í hesum døgum í kravinum um, at øll arbeiðsmegin í landinum hvur fingið kravboð um at lata seg koppseta ímóti korona. CIGL stuðlar kravboðunum, men tað gera ikki nógv onnur, og tí varð umfatandi herverk framt ímóti høvuðsskrivstovuni hjá fakfelagnum herfyri. Hildið verður fyri vist, at tað vóru høgravíðgongdir bólkar sum stóðu fyri herverkinum.

Myndugleikarnir hava leingi tosað um tað, men enn eru nýnazistiskir og -fasistiskir bólkar ikki bannaðir í Italia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo