Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

SEV: SEV hevur í mong ár verið partur av tímatalvuni hjá 9. flokkunum í landinum, sum fáa tilboð um ein undirvísingardag hjá SEV, har fólk frá elfelagnum undirvísa næmingunum í eitt nú elframleiðslu, grønari orku og skynsamari elnýtslu.

510 næmingar úr 9. flokki vóru til undirvísing í undirvísingarhølunum í vindmyllulundini í Húshaga farna skúlaár. Talan var um tilsamans 24 flokkar úr ymiskum skúlum í Føroyum.

Undirvísingin, sum áður var á høvuðskrivstovuni við Landavegin í Tórshavn, var í januar 2016 flutt niðan í nýtt fundar- og undirvísingarhøli, ið er bygt sum partur av koplingarstøðini í vindmyllulundini í Húsahaga. Í nýggju hølunum fer undirvísingin fram í væl hóskandi umhvørvi, har náttúra, grøn orka og tøkni ganga upp í eina hægri eind.

SEV kennir tað sum sína skyldu at upplýsa um elframleiðslu, grøna orku og skynsama elnýtslu. Ein liður í hesum setningi er at undirvísa fólkaskúlanæmingum, men SEV fær eisini javnan fyrispurningar frá miðnámsskúlum og læristovnum á hægri stigi, sum sóknast eftir ítøkiligari vitan um elorkuøkið. Ymiskir serfrøðingar hjá SEV undirvísa í Húsahaga, alt eftir tørvinum hjá teimum, sum leita sær vitan hjá elfelagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo