Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Fyrra hálvár í ár vóru knappar 5,2 milliardir krónur útgoldnar í lønum. Tað eru góðar 140 milliónir ella 2,8% meira enn fyrra hálvár í fjør.

Samanborið við fyrra hálvár fyri tveimum árum síðani er vøksturin 5,4%.

Eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, eru samlaðu lønargjaldingarnar aftur farnar at vaksa. Tað sæst á trendinum, sum reinsar lønargjaldingarnar fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Vøkstur hjá kvinnum og lítil minking hjá monnum
Av lønargjaldingunum áttu menninir knappar 3,2 milliardir krónur og kvinnurnar 2 milliardir krónur fyrra hálvár í ár. Tað er ein vøkstur uppá 9,3% hjá kvinnunum og ein minking uppá 0,9% hjá monnunum samanborið við fyrra hálvár í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo