Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í gjár vórðu 574 fólk koppsett. Av hesum fingu 178 fyrra prikið, meðan 396 fólk fingu seinna prikið. Stórur partur av teimum, ið fingu seinna prikið, eru fólk, eldri enn 65 ár, sum fáa persónliga røkt.

Tilsamans 14.305 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum. 9.528 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 4.777 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

259 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 240.281 kanningar.

662 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni er ein persónur smittaður. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo