Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mánadagin byrjar Faroe Islands Handball Cup 2021 í Vági og komandi dagarnar fara umleið 575 leikarar at spæla fleiri enn 200 hondbóltsdystir til stóru hondbóltskappingina í Vági.

Faroe Islands Handball Cup 2021 byrjar tíðliga mánamorgun og merkir hetta eisini, at leikarar, venjarar og liðleiðarar – og ikki minst allir fjepparar, sum fylgja ymisku liðunum – koma suður til Vágs í dag, sunnudagin, antin nú stutt eftir døgurða ella í kvøld.

- Innleiðandi umførini eru mánadagin og týsdagin og so er stóri finaludagurin ónsdagin.

Umframt hondbólt er eisini í samband við Faroe Islands Handball Cup hugni og undirhald fyri leikarar og venjarar. Hartil er Páls Høll opin, Parkour-høllini í Líðini er opin – og í Vági eru alskyns møguleikar til undirhald á fjørðinum, túrar burtur í haga, matstovur, kafeir og handlar hava opið og mangt annað (meiri fæst eisini at vita um hetta í Miðlatúni í miðbýnum í Vági).

- Vit gleða okkum saman við høvuðstuðli okkara, Suðuroyar Sparikassa, at taka ímóti nógvu gestunum sum koma til Vágs til Faroe Islands Handball Cup 2021, siga tey í Vági.

Spælt verður í Marghøllini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo