Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nú Kringvarp Føroya hátíðarheldur, at tað eru 60 ár síðani útvarpið fór at senda, er 'stovnurin' komin í fokus. Ikki minst av sær sjálvum, tí fólkini har, sum vituligt er, ynskja at gera eitt sindur burtuúr.

Í Føroyum man vera semja um, at Útvarpið, og seinni Sjónvarpið, hava havt ein stóran týdning fyri land og fólk. Men tíðin stendur sum kunnugt ikki í stað, og vit kunnu av røttum spyrja, um vit eisini í dag fáa sum mest fyri pengarnar.

Tað eru nógv ár síðani, at monopolið - einkarrætturin at senda - varð avtikin. Men kortini hevur KvF jú eitt slag av einkarætti, tí ongin hevur nær í námind so nógva fíggjarliga orku at skapa innihald fyri sum KvF.

Hvussu kunnu vit vita, at júst hátturin, sum nú verður brúktur, altso við einum mastodonti av einum stovni (í okkara lítlu verð) er rætti mátin. At vit fáa sum mest fyri tær nógvu milliónirnar, sum Kvf hálar inn árliga?

Nógv er gott, tað kunnu vit skjótt semjast um, men er tað optimalt? Vit brúkarar (og fyri tann skuld eisini KvF) hava jú onki at samanbera við. Onki benchmark. Alt gott um gamla Útvarpið, men vit sum minnast aftur á tíðina, tá SvF bleiv stovnað, minnast, hvussu tað kendist sum eitt frískligt lot.  

Er tað sunt fyri Føroyar, at so nógv alment fíggjað journalistisk kompetansa er so miðsavna? At nakrir heilt fáir deildarleiðarar hava so stóra makt?

Higartil hava sendingarnar í samband við føðingardagin hjá Kringvarpinum verið mest afturlítandi.

Vónandi fara annars dugnaligu KvF fólkini ikki at gloyma eisini at seta henda spurningin.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo