Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í Seyskellunum, sum tók loysing frá Stórabretlandi í 1976, hava myndugleikarnir koppsett 60% av sínum borgarum við fyrra prikinum móti covid-19, og út við 40% við seinna prikinum.

Seyskellurnar er ein oyggjabólkur í indiska havinum, einar 1500 kilometrar eystur úr Afrika.

Fólkavøksturin hevur verið stórur í lýðveldinum, og telja tey í dag knappliga 100.000 - tvífalt so nógv sum í Føroyum.

Oyggjarnar hava klárað seg væl búskaparliga, serliga av ferðavinnuni og fiskivinnuni.

Men eisini í korona-høpi tykjast tey at hava skarað framúr millum heimsins tjóðir, tí tey hava longu megnað at koppa ein stóran part av fólkinum og lata nú oyggjarnar upp aftur fyri ferðandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo