Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Almannaverkið: Økti smittuvandin í Føroyum og stórt trýst á starvsfólkahópin hevur við sær, at virksemið á verkstøðum, verkhúsum, frítíðartilboðum, umlættingarstovnum og øðrum verður skert til 31. august. Nøkur undantøk eru í lokaløkjum, har at kalla eingin smitta er.

Økta smittutrýstið í Føroyum merkist væl í Almannaverkinum. Hóast talið av smittaðum borgarum og starvsfólkum er lutfalsliga lítið, so leggur smittustøðan stórt trýst á starvsfólkahópin í stovninum. Í løtuni eru 62 starvsfólk í sóttarhaldi.

Fyri at veita øllum borgarum nøktandi tænastu og røkt hevur verið neyðugt at flyta starvsfólk millum eindir, longja vaktir og at biðja starvsfólk um at koma til arbeiðis úr feriu.

Ein týðandi partur í at fáa vaktartalvuna at hanga saman er, at starvsfólk á vardu verkstøðunum hava hjálpt til, meðan verkstøðini hava verið í summarfrí.

Tillagingarnar í virkseminum, nú smittuvandin er øktur, eru gjørdar í samráð við Farsóttarnevndina.

Skert tilboð við ávísum fyrilitum
Avgerð er tískil tikin um at flestu av vardu verkstøðunum lata ikki upp við fullari megi fyrrenn 31. august. Heimabúgvandi borgarar fáa tó teirra tilboð sum vanligt í hesum tíðarskeiðnum.

Frítíðartilboð, klubbtilboð og umlættingartilboð lata partvíst upp og har verður tænastan skipað eftir førleika og tørvi. Kunnað verður nærri um skerjingarnar á hvørjum stovni sær.

Ein avbjóðing er at nógvir av borgarunum í Almannaverkinum hava torført við at halda almennu tilmælini, og tískil er tað neyðugt at avmarka, hvussu nógvir borgarar savnast á verkstøðum og í frítíðartilboðum.

Hetta merkir eisini, at á stovnunum hjá Almannaverkinum verður avmarkað vitjan samstundis, sum borgarar í minst møguligan mun vitja uttanfyri stovnin. Hendan støðan verður eftirmett áðrenn 31. august.

Lokal undantøk
Í Suðuroynni letur verkstaðið á Bakka upp sum vanligt mánadagin 17. august og har koyra annars frítíðartilboð og aðrar tænastur sum vant. Í Vágum, í Klaksvík og á Sandi lata verkstøð og tilboð upp, men við skerjingum í ávísum førum. Hóast avmarkaðu tænastuna, so leggur Almannaverkið dent á, at meta um tørv og førleika í hvørjum einstøkum føri, soleiðis at tænastur ikki verða skerdar meira enn neyðugt.

Allar veitingar og pensjónir koyra sum vant.

Almannaverkið fær í løtuni nógvar fyrispurningar um dagpening í sambandi við sóttarhald. Løgtingið samtykti í gjár uppskot frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum setir í gildi aftur reglurnar um dagpengar til arbeiðsfólk og fólkapensjónistar, umframt dagpengar til fyritøkur, sum hava starvsfólk, ið verða smittað við COVID-19 ella verða sett í sóttarhald. Reglurnar hava virknað frá 1. juli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo