Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í gjár vórðu 626 fólk koppsett. 560 fólk fingu fyrra prikið og 66 fólk fingu tað seinna.

Nú hava 27.434 fólk fingið fyrru koppsetingina. 18.648 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Tilsamans 46.082 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

825 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 303.504 kanningar.

770 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 757 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 12 persónar smittaðir við koronu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo