Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Á almennum kjakfundi um flogvinnu í Norðurlandahúsinum í gjár kom fram, at talið á tómum setrum í flúgvarunum hjá Atlantic Airways á leiðunum ímillum Føroyar og umheimin ikki er nakað óbetýðiligt tal.

Á Keypmannahavnarrutuni, sum er tann størsta rutan, er samlaða útboðið av setrum í ár 243.000. Væntaða sølan er 180.000 setur. Við øðrum orðum standa 63.000 ella fjórða hvørt setur tómt við fráferð.

Taka vit alt rutunetið hjá Atlantic Airways, so er samlaða útboðið í 2016 heili 420.000 setur. Væntaða sølan á øllum rutum er 280.000 setur. Altso standa 140.000 setur ella 33 prosent tóm.

Samstundis eru vit í eini støðu, har vit av røttum kunnu kalla Atlantic Airways fyri føroyska tjóðarflogfelagið. Tí vit eiga tað øll somul við húð og hár. 100 prosent. Har er ongin privatur íleggjari sum forlangar avkast av síni íløgu.

Vit hava áður á hesum stað sett spurnartekin við, hví vit skulu hava eitt alment felag, Strandfaraskip Landsins, sum stuðlar hvørjum ferðandi sum ferðast innanoyggja. Ímeðan vit hava eitt annað alment felag, Atlantic Airways, sum krevur skatt frá hvørjum ferðandi, sum ferðast av landinum.

Er tíðin ikki farin frá at kalla ferðing uttanlands fyri marglæti?

Sum skilst eru tað algoritmurnar sum gera av, hvussu útboðið av ferðaseðlum kann optimerast í mun til eftirspurningin og møguliga eisini onnur parametur, so at mest møguligt fæst burturúr.

Men tað eru eisini aðrir hættir at optimera enn hægst møguligur profittur.

Væl vita vit, at føroyska flogvinnan hevur ment seg til eitt munandi íkast í føroyska samfelagsbúskapin hesini árini, vit hava átt Atlantic Airways. Á fundinum í gjár kom millum annað fram, at fyri hvørt arbeiðspláss í flogvinnuni verður eitt afturat skapt av avleiddum vinnum. Tað skulu vit sjálvandi fegnast um, og higani skulu øll tey mongu, bæði leiðslur og starvsfólk annars, sum hava bygt upp hesa vinnuna, fáa síni herðaklapp fyri tað.

Men vit koma ikki uttanum, at tað man vera beiskt hjá einum føroyskum skattgjaldara at skula av við 3.000 krónur fyri ein einvegis ferðaseðil av landinum, sum hann noyddist at keypa í skundi tí okkurt óvæntað hevði stungið seg upp, tá nógv pláss í flúgvaranum samstundis vístu seg at standa tóm við fráferð.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo