Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Arbeiðið, at betra um spillivatnsskipanina og kloakkviðurskiftini við Heygavegin, er vorðið meira umfatandi enn áður mett. Arbeiðstøkan, sum umfatar 63 bygningar, er deild upp í fimm økir, sum eftir ætlan verður liðugt seinni í ár.

Tá arbeiðið fór í gongd í november, sást, at verandi spillvatn- og kloakkskipan var sera slitin. Eisini var vegurin og undirlagið undir vegnum í sera ringum standi, umframt at partar av undirlagnum innihelt mógv, sum nú er grivið upp og burturbeint.

-  Arbeiðið hevur verið umfatandi og kravt neyva samskipan, har bæði kommunan, SEV og Føroya Tele hava gjørt ymiskt arbeiði. Harumframt er arbeiðið eisini seinka av nógva kavanum sum lá í januar og februar, sigur Kristoffur Olsen, leiðari á kloakk og Vegadeildini.

Hetta merkir, at øll breiddin av vegnum verður bygd upp av nýggjum, og nýggir vegbrunnar lagdir í. Nú er arbeiðið í sjálvum vegkassanum um at vera liðugt, og roknað verður við, at klárt verður at asfaltera fyrstu 100 metrarnar eftir páskir, umframt at nýggir kantsteinar skulu leggjast.

Nevnast kann eisini at kaðalarbeiðið hjá SEV, sum liggur frá Varmakeldueiði, umvegis Leirvíkstunnilin og Norðoyatunnilin, er um at vera liðugt. Kaðalin er nú lagdur og skjótt verður klárt at tendra fyri nýggju el-veitingar leiðini.

Nú tað skjótt verður koyrandi eftir Heygavegnum aftur, so er kloakkarbeiðið í økinum ikki heilt liðugt enn. Tá verandi arbeiðið er liðugt, verður tað eftir ætlan hildið áfram við kloakkskipanini á Eiðinum, sum helst er eins gomul sum tann á Heygavegnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo