Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Stórur tørvur er á útbúnum ferðaleiðarum í Føroyum, og áhugin fyri at útbúgva seg innan ferðavinnuna er samsvarandi stórur.

Tá freistin var úti síðsta mánadag at søkja um upptøku á ferðaleiðaraskeiðið í Vestmanna, vóru 63 umsóknir komnar. Í mesta lagi 24 fólk kunnu byrja á fyrsta skeiðnum, so størri parturin av umsøkjarunum sleppur ikki við í fyrstu syftu. Miðnám í Vestmanna miðjar eftir, at allir umsøkjararnir hava fingið svar um vikuskiftið. Enn er ógreitt um og nær skipað verður fyri fleiri skeiðum.

Nýggja skeiðið er umleið 200 undirvísingartímar samanlagt, har umleið tveir triðingar eru ástøðilig undirvísing, meðan seinasti triðingurin er skipaður sum vistarskeið, vitjanir og túrar.

Skeiðsrøðin byrjar longu mikukvøldið 6. september og endar í mai 2018.

Ástøðilig undirvísing verður mikukvøld frá kl. 18.15 til 21.30, meðan tann praktiski parturin verður skipaður í vikuskiftum. Skeiðsluttakarar hava møtiskyldu, og skeiðið endar við próvtøku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo