Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Hósdagin í komandi viku fara 664 børn fyri fyrstu ferð í skúla – 642 í fólkaskúla og 22 í frískúla.

Á Skúlatrøð taka tey ímóti 60 og í Skúlanum á Argjahamri taka tey ímóti 47 børnum, sum byrja í fyrsta flokki; aðrir stórir skúlar eru beint í hølunum og taka ímóti nærum líka nógvum næmingum. Í 19 skúlum er talið á teimum, sum fara í fyrsta flokk, minni enn 10; í tveimum skúlum bara ein næmingur.

Í fjør og fyrraári fóru ávikavist 716 og 670 børn í 1. flokk. Talið á teimum, sum byrja í 1. flokki, hevur verið nøkulunda støðugt síðstu árini. Skúlaárið 2015/2016 byrjaðu 685 børn í 1. flokki, og árið fyri 715 næmingar.

Komandi skúlaár ganga 83 næmingar í serflokki; serflokkarnir eru 9 í tali, og tann størsti er í Skúlanum á Fløtum, har 30 næmingar ganga.

Talið á næmingum í teimum trimum frískúlunum er 151 og teimum 8 forskúlunum 173.

Í skúlaárinum, sum nú byrjar, ganga 6944 næmingar í fólkaskúlanum, samanborið við 6864 í fjør, skrivar Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo