Í gjár vóru 68 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
3311 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 499 smittað í Føroyum.
Í gjár vórðu 208 fólk koppsett fyri koronu. 69 fólk fingu fyrra prikið og 83 fingu tað seinna. 56 fólk fingu triðja prikið.
Nú hava 39.279 fólk fingið fyrru koppsetingina. 37.597 fólk hava fingið seinnu koppsetingina. 434 fólk hava fingið trý prik.
Tilsamans 77.310 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo